Tríggjar ferðir er hann farin avstað aftur við øllum stigunum, og javnleikurin hesa ferð var tann fjórði. Hetta var fyrsta ferðin síðani 1995, at B71 hevði stig við sær úr Klaksvík.
- Tað kennist sárt enn eina ferð at missa í síðstu sekundunum í tíðini, sum dómarin hevur lagt afturat, staðfestir veteranurin og sipar til fyrsta umfarið, tá ið B71 á heimavølli ímóti NSÍ misti javnleikin í síðstu løtu.
- Men tá ið alt kemur til alt, so kunnu vit liva við hesum. Vit vóru aftanfyri við tveimum málum, og tað er góður moralur at vit megna at koma so væl fyri okkum aftur, heldur Eli Hentze.
Ikki nóg gott
KÍ liðformaðurin, Heðin á Lakjuni, var hesa ferð vinstri vongverji í sera álopskendari KÍ uppstilling. Hann var ikki nøgdur við KÍ avrikið:
- Vit fáa so góða byrjan, sum hugsast kann. Tá ið 1. hálvleikur er hálvrunnin, eru vit frammanfyri við tveimum málum, og so eiga vit at vinna. Men vit missa fullkomiliga takið, og í síðsta enda er tað soleiðis, at vit mugu fegnast um eitt stig. Tað er betri at fáa eitt stig enn einki at fáa, men hetta er ikki nóg gott, heldur KÍ liðformaðurin.