At lesa er besti førningurin

At lesa fyri børnum er ein hin besti førningurin, tú kanst geva barninum við á lívsleiðini

Tað er altíð gott at práta við barnið. Men, um endamálið er at økja um orðanøgdina hjá barninum, er tað ikki nóg mikið bert at práta. Orsøkin er einføld: Bókin inniheldur nógv ymisk orð, hugtøk og univers, sum økja um orðamongdina. Tá eitt foreldur uppalir barn sítt, tosar tað ikki um tað sama, sum tað tosar um, tá tað lesur fyri barninum, og á henda hátt er lesingin við til at økja um orðamongdina.

Skilja ikki tekst
Nógv børn skilja ikki, at samband er millum tað sum tey lesa og innihaldið í teksinum. Tey fáa snøgt sagt onki burtur úr, hóast tey lesa og lesa og lesa.
Kanningar vísa, at børn, sum hava hoyrt søgu, frá tí tey vóru heilt lítil, skjótari skilja samanhangin millum tekn (í hesum føri bókstavir), orð og handling. Hinvegin hava tey, sum ikki hava hoyrt nógvar søgur, verri við at skilja, at teknini hava eitt innihald. Hendan vitanin eigur alt annað líka at eggja foreldrum til at lesa fyri børnum so tíðliga sum til ber.

Mugu lesa nógv
Um børn skulu skilja tekst, er tað sostatt umráðandi at foreldur lesa fyri børnum og ikki minst, at børnini lesa sjálvi. At tey lesa nógv. Men hetta er lættari sagt enn gjørt, tí eru tey ikki von at hoyra søgu, so kunnu tey sum sagt hava ilt við at skilja innihaldið og hava tí lyndi at gevast. At lesa krevur nakað av lesaranum, og tí er tað eisini týdningarmikið, at foreldrini eggja børnunum til at lesa, hóast tey muta ímóti. Tú verður ikki ein góður lesari, um tú ikki lesur nógv – men tað er ongantíð ov seint at byrja!

Les til barnið er 13 ár
Foreldur eru ofta sera røsk at lesa fyri børnunum, til tey fara í skúla. Tá børnini duga at lesa, biðja vit tey eisini lesa sjálvi. Tað er sera umráðandi, at børn lesa sjálvi, men tað er avgerandi fyri framhaldandi málsligu menningina, at vit halda fram at lesa fyri børnunum, eisini eftir at tey duga sjálv. Fyri tað fyrsta, tí børnini enn hava tørv á nærveruni, sum bókin gevur. Men eisini tí, at tað vísir seg, at jú fyrr vit gevast at lesa fyri teimum, fyrr gevast tey at lesa sjálvi. Rættast er at royna at lesa fyri børnunum, til tey verða umleið 13 ára gomul. Megna vit tað, eru sannlíkindini fyri, at tey fara at lesa sum vaksin, stór.


--
Bøkur til ein og hvønn
Í dag ber ikki til at umbera seg við, at ov fáar føroyskar bøkur eru á marknaðinum. Tað finnast bøkur til allar aldursbólkar og áhugamál móðurmálinum.

--

Visti tú hetta?
• Eitt 7 ára gamalt barn dugur umleið 7000 orð
• Ein tannáringur, SUM IKKI LESUR, dugur millum 15-17.000 orð
• Ein tannáringur, SUM LESUR, dugur 50-70.000 orð

--

Jesper Juul, uppalingar-guru:
Tað er ikki avgerandi, um barnið fær 6 ella 11 í karakterbókina. Tað týdningarmesta er at virðismeta sambandið millum persónligheit og mál, tí vit menniskju verða myndað av, hvussu vit tosa. Tess fátækari mál børnini hava, minni fjølbroytta sjálvsmynd fáa tey.

--

”Tú kanst ikki gera so nógv við eydnuna ella óeydnuna hjá barni tínum. Men eitt kanst tú gera. Tú kanst vísa barninum, hvar tað kann finna linna, tá tað er sorgarbundið, og gleði og vakurleika, tá tað heldur, at lívið er grátt. Tú kanst geva barninum vinir, ið ongantíð svíkja, ja tú kanst vísa tí vegin til bókina.”
Astrid Lindgren


---

Leysliga eftir Gitte Klein, sum er marknaðarleiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags