Eplafestivalurin verður fyriskipaður í Trøðum á Sandi at hátíðarhalda vøkstur og framleiðslu. Vit kunnu siga, at tiltakið, sum verður nú leygardagin, 30. september, er hátíðin hjá føroyskum rávørum – bæði tí, sum veksur í veltum og tí, sum gongur á beiti og í haga.
Á festivalinum verður marknaður við rávørum og úrdráttum, og her verður góður matur, framleiddur úr góðum og lokalum rávørum.
Mong ymisk tiltøk eru eisini á skránni, bæði fyri børnum og vaksnum, sum vit á In.fo fara at venda aftur til seinni.
Katrin Petersen, sum er primusmotorur aftan fyri tiltakið, hevur so rámandi sagt, at tað er stuttligt at vera nýhugsandi í nøkrum, sum faktiskt er elligamalt. Tiltakið varpar ljós á Sandoynna og hennara mentan, og meðan festivalur er, hava vitjandi eisini høvi at tosa við fólk, ið dagliga arbeiða við grøði og kríatúrum.
Eplafestivalurin í Trøðum á Sandi hevur verið væl vitjaður undanfarin ár og tey, sum hava havt epli, gularøtur, ymiskt annað grønmeti og kjøt at selja, hava selt væl.
Aftur í ár verður stórt borðhald, og eisini hetta tiltak er til heiðurs fyri góðar, føroyskar rávørur. Tað verður kendi kokkurin, Gutti Winther, sum fer at borðrreiða við fýra rættum – alt gjørt úr egnum rávørum úr Sandoynni. Á matarskránni verður eitt nú nýflett lambskjøt, eplasuppa og villar kryddurtir, og eftir borðhaldið spæla Flemming og Vinmenn til dans.
Eisini í Sands kirkju verður tiltak, nú eplafestivalur verður. Tiltakið verður leygarkvøldið, og hetta verður ein heyst takkargudstænasta við Havstein Klein, sóknarpresti. Við gudstænastuna fara eisini børn at luttaka. Børnini fara at bera grøðina fram í kór, so høvi verður at síggja ein part av tí, sum takkað verður fyri. Í kirkjuni verður takkað fyri grøðina við sálmum, bøn og offurgongd.
Tá fólk koma inn í kirkjuna, fáa tey ein brævbjálva, sum tey kunnu leggja heyst takkargávuna í, og undir eini offurgongd fer kirkjufólkið fram at altarinum og leggur gávuna á altarið. Gávan fer til Luthersku kirkjuna í Tansania í landslutinum Mara, og gávan fer ítøkiliga til at útbúgva deknar og hjálparprestar.