At ferðast er at liva siga tey

Klumma



Havi júst verið ein túr í Egyptalandi. Í mong Harrans ár havi eg havt eitt brennandi ynski um at ferðast langt burtur í okkurt fjarskotið land, har mentanin er púra øðrvísi enn okkara, har fólkini hava øðrvísi virði, og mest umráðandi av øllum – har tað er spennandi!


Spenningurin – ikki júst nakað, sum føroyingar uppliva nógv av í gerandisdegnum. Ímillum hugnatúrarnar á Hvonn og innkeypstúrarnar í SMS hendir ikki so ótrúliga nógv. Vit hoyra okkurt nýtt í útvarpinum, ella vit frætta okkurt slaturkent frá vinkonunum – men annars hendir ikki tað heilt villa.


Og er tað ikki júst hetta, sum vit føroyingar altíð hava gramt okkum um? Tað er so keðiligt í Føroyum? Jú! Og tí fór eg til Egyptalands at ferðast – pakkaði kuffertið, og fór hugagóð út í tann stóra heim at uppliva okkurt spennandi!


Fyrsti dagurin í Egyptalandi var tó ikki so spennandi, sum eg hevði vónað. Tað vísir seg, at í slíkum londum vera ferðafólkini stappað inn í púra avbyrgd øki, har tey als ikki fáa samband við tey lokalu – tey, sum hava tí øðrvísi mentanina.


Men tað skuldi næsti dagurin bøta um. Tá gekk leiðin púra inn í ein stórbý í Egyptalandi, har ein veruliga kundi merkja mentanina, merkja fólkini og hugburðin har.



Og tað var ræðandi! Spennandi – men ræðandi. Tað var ótrygt, ókent og rættiliga nervapirrandi at fáa at vita á hotellinum ”be careful, a persons life is not of value here”. – Altso vóru boðini greið: Makka rætt, ella set lívið uppá spæl.


Tann túrurin út í býin vardi sera stutt. Eftir 40 minuttir var eg so bebbarædd, at eg setti nøsina heim aftur móti tí avbyrgda hotellinum, sum hevði vápnaðar hermenn við dyrnar. Og sjálvandi endaði eg við at rinda tað trídupulta fyri hýrubilin uttan orsøk.


Vikan í Egyptalandi var alt tað, eg hungraði eftir. Hon var spennandi, lærurík og upplýsandi. Men samstundis vísti hesin túrur á eitt virði, sum vit føroyingar ofta taka fyri givið. Tryggleika!


Í teoriini er tað gott, tá ið okkurt spennandi hendir. Í filmunum sær tað altíð so lætt og sjarmerandi út. Men veruleikin er ein annar. Tá ið alt kemur til alt, er einki so týdningarmikið sum tryggleiki. At vita, at ein kann ganga púra ótarnaður eftir gøtunum, má vera tað, sum hevur allar størstan týdning.


Ímynda tær, um tú var álopin av seljarum, hvørjaferð tú fór oman á Vaglið? Ella um menn við maskinbyrsum stóðu við dyrnar hjá SMS? Ella um tú visti, at tú fórt at blíva snýttur, hvørjaferð tú fór í ein hýruvogn?


At koma aftur til Føroya var fantastiskt! Veðrið var keðiligt tann dagin, einki hendi í býnum í Havn tað kvøldið, og eingin visti nakran slatur at siga. Men, eg var trygg.