Føroyskir útisetar
Í tíðindafundi í Nóatúni í morgun, sum Norðuratlantsbólkurin á fólkatingi skipaði fyr, legði bólkurin fram úrslit í eini nýggjari kanning um føroyskar útisetar í Danmark.
Tað var fyri sløkum ári síðan, at bólkurin hevði tíðindafund og boðaði frá, at hann hevði sett í verk eina kvantitativa kanning um føroyskar útisetar í Danmark.
At kanningin er kvantitativ merkir, at hon í fyrsta lagi snýr seg um taltiltar – og ikki um teir kvalitetir og kenslur, sum liggja aftanfyri avgerðina hjá føroyingum at búgva í Danmark.
Hetta er soleiðis í fyrsta lagi ein hagtalskanning.
Á tíðindafundinum í morgun beyð Høgni Hoydal, limur í Norðuratlantsbólkinum, vælkomin, og síðan tók Leivur Persson yvir.
Saman við Anniku Smith, sum nú starvast í ST og Gunnari Bjarnasson, hevur Leivur havt ábyrgdina av, at kanningin bleiv liðug.
Útisetar heimaftur
Endamálið við kanningini hevur verið at savna ítøkiligar upplýsingar um, hvussu nógvir føroyingar, býttir í trý ættarlið, búleikast í Danmark, og hvussu viðurskifti teirra eru.
Eitt av endamálunum við kanningini er at viðvirka til, at føroyskir útisetar í Danmark kunnu gerast eitt tilfeingi fyri føroyska samfelagið.
Norðuratlantsbólkurin hevur eitt nú til endamáls at virka fyri rættindum, samleika, sjálvræði og sjálvsvirðing hjá føroyingum og grønlendingum, bæði úti og heima.
Bólkurin heldur, at føroyingar og grønlendingar eiga at gerast sjónligir og vinna sær virðing og tilvitan um egnar møguleikar og avbjóðingar.
- Ein avgerandi táttur í hesum hevur verið at kannað, upplýst og skift orð um støðuna hjá okkara landsmonnum í Danmark. Tískil hava vit sett kanningina í verk um føroyingar og grønlendingar í Danmark, sigur Norðuratlantsbólkurin.
Lagt verður aftrat, at kanningin kann geva okkum grundarlag at læra, hvussu vit megna at gagnnýta eitt sterkt tilknýti millum okkara samfelag og útisetarnar, og hvussu vit megna at eggja fólki til at búseta seg aftur í heimlandinum – ella at nýta sínar førleikar í heimlandinum í styttri ella longri tíðarskeið.