Tá ið nýggja Býráðið tekur við 1. Januar hevur tað allarfremstu raðfesting at byggja skúlan á Fløtum. Tað er bráðneyðugt!
Tað órógvar meg at hoyra, at býráðslimir í valstríðnum og at allur Tjóðveldisflokkurin nú lovar at pakka skúlabygnaðin upp aftur, í sambandi við ynski um at skipa enn eina framhaldsdeild í Santa Frans Skúla.
Verður tað gjørt, so merkir tað, at stígur kemur í byggingina av skúlanum á Fløtum.
Tað fari eg undir ongum umstøðum at góðtaka. Tað hevur allarfremstu raðfesting at byggja Skúlan á Fløtum nú, og at kostnaðar- og tíðarætlanin heldur. Skal tað eydnast, so skulu vit dríva á hvønn einasta dag – fyrisitingarliga, politiskt og á byggiplássinum!
Ætlanirnar eru nú komnar so langt, at tað er grivið av, arbeiðsskúrar eru settir upp, og skjótt er klárt at spreingja og at gera jørðarbeiði.
Í løtuni sita partarnir og fyrireika eina partalagsavtalu, sum skal tryggja, at vit byggja tann skúlan sum er samtyktur fyri á leið ta upphædd, sum Býráðið hevur sett av til endamálið og sambært ásettu tíðarætlanini.
Nýggi skúlin á Fløtum er ómetaliga áhugaverdur. Dentur er lagdur á at útbúgving skal fara fram bæði úti og inni, ein framkomin hádeild og framhaldsdeild verður, har námsfrøði og fakligheit fær frítt at arbeiða. Rørsla, list og tónleikur eru raðfest eins og ítróttur.
Tá ið Skúlin á Fløtum er komin undir land, skulu vit sjálvandi dagføra bæði Hoyvíkar Skúla, sum í nógv ár hevur verið álitið í Hoyvík, og eisini Santa Frans Skúla, sum framhaldandi skal vera ein spennandi miðbýarskúli við sterkari søgu.
Eg skilji væl, at nógv ymisk ynski eru. Men tað ber nú einaferð ikki til at gera alt í senn. Royna vit tað, so detta allar verkætlanir niður fyri – eisini at dagføra og at menna Santa Frans Skúla.
Helena Dam á Neystabø, valevni fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu









