Fíggjarlógin 2003
?Tað fær onga ávirkan á fíggjarlógina fyri komandi ár, at ríkisveitingin úr Danmark er skerd yvir 366 millión ir krónur um árið.
Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Hann sigur, at hendan samgongan hevur sett sær fyri at fáa ríkisveitingina heilt burtur.
? Vit eru fegin um, at tað hevur eydnast okkum at skerja blokkin 366 milliónir . Og so er tann upphæddin minni í búskapinum og tað eiga vit at vera greið yvir og at leggja búskaparliga politikkin eftir tí.
Hann sigur, at tað er ikki peningatrot, sum avmarkar útreiðslurnar á fíggjarlógini og tað er sostatt heldur ikki blokkniðurskurðurin, sum ávirkar fíggjarlógini
?Tað er fyri so vítt ikki peningur, okkum tørvar.Var tað bara ein spurningur um pening, hevði tað borið til at brúkt meiri pening enn ætlanin er at brúka næsta ár eftir uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2003, sum verður løgd fyri tingið um slakar tvær vikur.
?Orsøkin til, at vit ikki brúka meiri pening, enn vit gera, er, at tað er ikki ráðiligt at brúka meiri, soleiðis sum búskapurin er í løtuni, blokkur ella ikki blokkur, og í so máta merkist niðurskurðurin ikki. Tí brúka vit ov nógvan pening, kann ov nógv ferð koma á búskapin og avleiðingarnar av tí kenna vit væl frá kreppuni fyri nøkrum árum síðani.
Karsten Hansen sigur, at sostatt verður eisini roknað við einum yvirskoti á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Annars er tað ógvuliga avmarkað, hvat fæst at vita frá honum um fíggjarlógina.
Men hann váttar, at lagt verður upp fyri, at búskaparligi vøksturin ikki longur er so stórur, sum hann hevur verið, tí vit vita, at tíðirnar blíva ikki við at vera so góðar, sum tær hava verið
Samstundis váttar hann, at tað, sum verður sett av til útbygginginar, er heldur minni enn í ár, tó at endaliga upphæddin ikki er endaliga ásett.
Men tað er á einum rímiligum støði, leggur hann afturat.
Í ár er upphæddin, sum er sett av til almennar útbygginingar umleið 280 milliónir.
Vísa hvønn sín veg
Av somu orsøk er Karsten Hansen ikki serliga hugaður at serlja Húsalánsgrunnin við tí endamáli at fáa meiri pening at byggja samfelagið út fyri.
Seinstu dagarnar er annars eitt uppskot umrøtt um at selja Húsalánsgrunnin og at brúka peningin til at gjalda skuld hjá landinum við. Tað fer at spara rentuútreiðslur, sum so kunnu brúkast at byggja út fyri.
? At gjalda skuld og at byggja út eru tvey mál, sum vísa hvønn sín veg. At gjalda skuld er gott, tí taå sparir okkum rentuútreiðslur og tað ger okkum sjálvsagt betri fyri.
?Men hinvegin er ikki peningatrot í landinum, so tað er ikki neyðugt at selja nakað sum helst fyri at byggja meiri út. Er ætlanin at byggja meiri út, er bara at gera tað. Men orsøkin til, at vit halda aftur, er ikki peningatrot, men tí at tað er ikki ráðiligt at brúka meiri pening fyri ikki at seta enn meiri ferð á búskapin.
? Annars er málið um at selja Húsalánsgrunnin ikki viðgjørt í samgonguni og tað kunnu verða ymsar meiningr um tað, sigur Karsten Hansen.
? Eitt hugskot, sum hevur verið frammi, hevur verið at umskipa grunnin, so at hann í minni mun skal vera við í vanligari sethúsafígging, men at hann afturfyri í størri mun skal hjálpa til at fíggja serligar byggingar og tað er alt spurningar, sum eiga at viðgerast.