Astrup: Útsøgnin átti at fingið alarmklokkurnar at ringt

Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri í Eik Banka, greiðir um dagarnar aftur frá skattamálinum í donskum miðlum. Tað er í tíðarritinum Finans/Invest, at fyrrverandi bankastjórin greiðir frá gongdini líka frá tí, at gamli Eik fór á heysin, og til í dag. 

 

Í tíðargreinin greiðir Jørn Astrup Hansen millum annað frá, at tá ið Súni Schwartz Jacobsen, fyrrverandi stjóri í Eik banka, segði í Dagur&Viku, at tað var rætt, at grannskoðarar hjá bankanum ikki tóku undir við skattafrádráttinum og tí kundi bankin ikki brúka hesar grannskoðarar, átti tað at fingið nevndina at vakna. 

 

- Hetta átti at fingið alarmklokkurnar hjá bæði Taks og nevndina í bankanum at ringja, skrivar Jørn Astrup Hansen.

 

Hann skrivar eisini, at í bakspegilinum kann ein spyrja, hvussu tað kundi ganga so galið.

 

- Tað er nærliggjandi at peika eftir tí sjónligu vanrøktini frá Taks, sum framtil februar 2017 ikki sá álvaran í málinum. Og hinumegin borðið sat ein banki, sum ikki tók ábyrgdina um at kunna rætt, í nóg stórum álvara. Tað er ein sera kritisk samanseting, skrivar Jørn Astrup Hansen og heldur fram. 

 

- Men tað botnar alt djúpri enn sum so. Bankastjórin, sum eisini var stjóri í TF Holding, sum átti bankan, vaks seg størri enn nevndin í bankanum. Tann tvístreingjaði leiðsluhátturin var undir trýsti, skrivar Jørn Astrup Hansen.

 

Les alla tíðargreinina VIÐ AT TRÝSTA HER