"Brot úr samrøðu við Jørn Astrup Hansen, frá Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í kvøld.
Í farnu viku varpaði Sosialurin ljós á brádliga skiftið í valdsjavnvágini í nevndini í Ognarfelag Tryggingartakaranna og TF Holding, sum er tann sama, har Gunnar í Liða, formaður, og Jákup Egholm Hansen, næstformaður, vórðu skumpaðir til viks. Nevndin varð tvíbýtt, tá formansskapur skuldi veljast, og eftir lutakast hevði helst týdningarmesta nevndin í Føroyum fingið nýggjan formansskap. Nú sita vágbingarnir Arni Djurhuus Brattaberg og Ingeborg Godtfred sum ávikavist formaður og næstformaður í TF Holding.
Men broytingarnar í nevndini í TF Holding hava eisini avleiddar avleiðingar. TF Holding er einsamallur eigari av bæði Eik Banka P/F og Tryggingarfelagnum Føroyar P/F, og hevur tí suverenan avgerðarrætt í hesum báðum feløgum. Sostatt sita Arni Djurhuus Brattaberg og Ingeborg Godtfred nú eisini við valdinum á næststørsta bankanum og størsta tryggingarfelagnum í landinum. Tað skuldi ein í øllum førum trúð. Spurningur kann tó setast við, hvør veruliga situr við valdinum á størsta fíggjarsamtakinum í Føroyum og milliardunum í kassunum.
- Súni Schwartz Jacobsen er ein dugnaligur grannskoðari og ein dugnaligur stjóri, sum vil valdið. Og tað skal ein stjóri í einum stórum banka jú helst eisini. Trupulleikin uppstendur, tá stjórin, sum vil valdið, ikki fær nóg nógv mótspæl, og tað fær Súni Schwartz Jacobsen ikki. Hann er bankin og hann er aðalfundurin. Hann er forstjóri í TF Holding og umboðar sostatt eigaran hjá nevndini, sum er stjóri hjá honum. Sostatt er hann eisini sín egni stjóri og sítt egna eftirlit í Eik Banka, sigur Jørn Astrup Hansen.
Les størri samrøðu við Jørn Astrup Hansen í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í kvøld.