Astrup heldur røðu á landsfundi Javnaðarfloksins

Fyrstu at taka orðið á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum í høllini á Læraraskúlanum í kvøld verður Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka

Javnaðarflokkurn hevur boðið honum at verða gestarøðari á fundinum.
? Hann ger sjálvur av, hvat hann fer at tosa um, og tað er eisini ætlanin, at hann skal siga tað við okkum, sum honum lystir ? vit hava bara biðið hann hugleitt um samfelagsviðurskifti, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins.
? Eg rokni tó við at hann fer at nema við privatiseringar, at tosa um kvotaskipan og tilfeingisrentu, sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaður Javnaðarfloksins sigur, at Jørn Astrup Hansen er ein áhugaverdur maður. Hann kom her í svárastu krepputíð og hevur stýrt bankanum úr kreppuni til tað, hann er í dag.
? Tað verður áhugavert at hoyra hann lýsa, hvussu hann hevur upplivað samfelagsbroytingarnar hesi árini, sigur Jóannes Eidesgaard.