Astrið Foldarskarð megnaði í morgun at svimja seg víðari til hálvfinalu á Danish Open 2014, tá ið hon í 50 metra firvaldasvimjing svam 10. bestu tíð 28.57. Tær eru 16 kvinnur, sum sleppa í hálvfinaluna fyrst í stevnupartinum seinnapartin. 8 svimja finalu í kvøld, so spenningurin er øgiligur, um Astrid Foldarskarð fer at megna tað. Poula Ø. Mohr eigur føroyska metið, sum er 28.52 sekund frá HM í 2013.
Kelda: svimjing.com