Astrid Mouritsen í Snarskivuni

Listakvinnan Astrid Mouritsen fer í februar mánaða at hava listaframsýning í Snarskivuni í Tórshavn


Astrid Mouritsen, sum er ættað úr Klaksvík, er í dag búsitandi í Sørvági. Hon hevur teknað og málað frá barnsbeini og hevur eisini verið á háskúla í Kerteminde í Danmark, har høvuðsgreinarnar vóru list, handverk og snið. Eisini hevur hon gingið á kvøldskúla hjá føroysku listamonnunum Archibald Black og Pól Skarðenni.
 
Astrid hevur verið við á ymiskum framsýningum kring landið seinastu árini. Hon hevur m.a. sýnt fram á norðoyastevnuframsýning, Lions Club, Café 45 og í Smiðjuni í Lítluvík.
Hennara málningar eru eisini javnan at síggja í Glarsmiðjuni í Havn.
 
Dagliga starvast Astrid Mouritsen sum miðlagrafikari og málar so í frítíðini. Málningar hennara eru mest abstraktir. Evnið í hesi framsýningini er menniskjað í ymiskum høpi - úti í náttúruni ella í rúmi. Allir málningarnir eru í akryl og eru frá 2006 og 2007.
 
Fernisering verður hósdagin 1. feb. kl. 16.00, har øll eru vælkomin.