Astrid Andreasen fær Heiðursgávu landsins

- At eg standi her i kvøld kann eg takka nógvum góðum fólki fyri, segði fjøltáttaða listakvinnan

Fjøltáttaða listakvinnan, Astrid Andreasen, hevur í kvøld fingið Heiðursgávu landsins handaða. Heiðursgáva Landsins er 75.000 krónur og verður latin í sambandi við Mentanarvirðislønir landsins. Heiðursgávan verður latin persóni fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv, og tað hevur Astrid Andreasen gjørt í eitt mannaminni.

 

Astrid Andreasen er fødd í Vestmanna í kreativum heimi. Hon er listakvinna, vísundaligur teknari og frímerkja-myndprýðari. Hon hevur stóran part av sínum arbeiðslívi starvast innan lívfrøði, og hevur m.a. teknað eina ørgrynnu av teimum føroysku fiskunum, fuglunum, blómunum og tarunum. Hetta hevur hon megnað væl at samantvinna og samstundis skjalprógvað føroyska mentanar- og náttúruarvin.

 

- At eg standi her i kvøld kann eg takka nógvum góðum fólki fyri, sum altíð hava stuðlað mær í mínum arbeiði, segði Astrid Andreasen millum annað í takkarrøðu síni.

 

 

Les eisini: Ársins unga listafólk er Búi Rouch