Hetta er fjórða stakframsýning, hon hevur í Føroyum
Malan Marnersdóttir professari læt framsýningina upp, og Petra Iversen sang á móttøkuni.
Á Framsýningini eru 44 málningar, ið eru gjørdir á linoleumsplátur, har hon sker, málar og nýtir ymiskan grafiskan teknikk í eini og somu mynd.
Astri sigur um málningarnar á framsýningini: "Eg ynski at skapa eina megnandi megi í einum kvirrum heimi við at leita inneftir ? eina glaskenda avdúking av rúmi og tíð - myndirnar eru niðursjóðingar av teknum, upplivingum uttan um okkum og innan í mær"
Framsýningin er opin til 18 juli