Sýriski forsetin Bashar al-Assad hevur nú latið hoyrt frá sær eftir, at USA í nátt bumbaði ein hernaðarflogvøll hjá stjórnini í kjalarvørrinum av ákærum um, at sýriski herurin hevur brúkt kemisk vápn.
- Tað sum USA gjørdi kann ikki kallast fyri nakað annað er tápulig og ábyrgdarleys atferð, ið einans avdúkar hvussu stuttskygt tey eru, og politiskt og hernaðarlig blind fyri sannleikanum, verður Assad endurgivin fyri siga í einum tíðindaskrivi frá skrivstovuni hjá sýriska forsetanum.
Tað var í nátt, at amerikanski herurin bumbaði ein hernaðarflogvøll hjá sýriska herinum, ið hevur brúktur í álopinum við kemiskum vápnum. Sýriskir myndugleikar upplýsa, at seks persónar doyðu í álopinum.