Assad kann fáa skjól í Tunesia

Myndugleikarnir í Tunesia eru til reiðar at veita sýriska forsetanum, Bashar al-Assad, og húski hansara skjól, um hetta kann vera partur av einari avtalu, sum steðgar tí blóðuga stríðnum í Sýrialandi.

Tað skrivar tunesiska blaðið La Presse í dag. Sambært blaðnum er tað forsetin, Moncef Marzouki (myndin), sum kemur við tilboðnum í einari samrøðu, sum blaðið prentar í morgin.

Fyri einari viku síðani var Tunesia vertur fyri einari ráðstevnu, sum Vinir Sýrialands hildu. Á ráðstevnuni skjeyt Marzouki upp, at Russland skuldi veita Assad skjól, men úr Kreml fekk hann tað svar, at hann skuldi lata vera við at tosa Russlands vegna.