Ásla: Deiligt at vera í gongd aftur

Liðskiparin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, Ásla Johannesen - Mynd: www.FSF.fo

Talan gjørdist um eina sanna málveitslu í ársins fyrsta dysti hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum mikudagin møtti Luksemborg í fyrra av tveimum venjingardystum, sum eru á skránni í hesum døgum.

 

Úrslitið gjørdist javnleikur 5-5, eftir at Føroyar vóru á odda 3-2 í hálvleikinum. Heidi Sevdal skoraði tvey mál, meðan Ásla Johannesen, Jensa Tórolvsdóttir og Julia Naomi Mortensen gjørdu hvør sítt.

 

Aftaná dystin fekk FSF Varpið orðið á liðskiparan, Áslu Johannesen.

 

##med2##

 

Liðskiparin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, Ásla Johannesen - Mynd: www.FSF.fo