Mítt Asfalt - Elin Maria Ó. Olsen
Sum ein ung genta dámar mær sera væl at fara í býin at dansa, hava tað stuttligt, vera saman við vinunum ella bara at hoyra onkran kulan bólk spæla, og til Asfalt fekk eg høvi til øll hesi tingini, og nógv afturat. Tað var ein feitur festivalur, har nógvur góður tónleikur var. Har var tónleikur til øll, og alla tíðina onkur bólkur, ið var verdur at hoyra. Skráin var eisini løgd soleiðis, at millum tey meira “rockara-ligu” nøvnini, har tú kundi hoppa, dansa og bara flippa út, var okkurt sum tú kundi lurta eftir, meðan tú prátaði við vinirnar og slappaði av. Tað var kul.
Turt er kul
At byrja við var ikki so nógv fólk, men tað var hugnaligt kortini. Eg sá nógv kend andlit, og tað var stuttligt at heilsa uppá tey, eg ikki havi sæð leingi. Veðrið var hampuligt, so fólk kundi hoyra tonleik úti uttan at blíva ígjøgnum (tað er ikki ofta tað er soleiðis í Føroyum).
So líðandi komu fleiri fólk saman, og tá Boys In A Band skuldu spæla, vóru tey nógv. Tað var kul. Teir hava so kulan tónleik, og so er hann eisini øðrvísi enn alt hitt, ið er her í Føroyum. Lagið var so gott, og ein konsert er altíð nógv betur, tá stemningurin er soleiðis.
Dundrandi industrial techno
Tá Side Effect skuldu spæla var heilt nógv fólk, komið saman at lurta, og flippa út. Teir eru jú ein tann kendasti bólkurin og kulasti live-bólkurin, vit hava her í Føroyum. Teir spældu mega gott og tað var kul at standa fremst og flippa út til teirra dundrandi industrial techno. Hóast tað, at keyboardið hjá keyboardspælaranum Brynjolfi á Heygum sløknaði í hátalarunum, var tað kul. Sjálvt um summi mistu áhugan av tí, vóru fjepparir, ið flippaðu út allan vegin ígjøgnum, og tað var skinku feitt.
Stuttligt barnatiltak
Fríggjakvøldið var eitt gott kvøld, men leygardagurin var eisini kulur. Eg hevði ikki ætlað at farið á barnatiltakið, men eg endaði við at fara og tað var faktiskt stuttligt. Tað var kulur tónleikur tey høvdu har. Til dømis var bólkurin úr Margarinfabrikkini feitur. Tey spældu “Another Brick In The Wall” og “Zombie”, og tað er feitur tónleikur. Tey dugdu eisini væl at spæla og syngja, so tað var kul. Tá barnatiltakið var liðugt var aftur nokkso manntómt, men líka sum fríggjadagin mentist tað sum dagurin leið. Har var alskyns tónleikur, og tað var ringt at velja hvat var best at lurta eftir, so tað ráddi bara um at fáa sum mest burtur úr, so har vóru ikki nógvar av konsertunum, har eg fekk alt við, men har var tó onkur inn í millum. Synarchy var ein av teimum fáu bólkunum har eg hoyrdi alla konsertina, og tað var kul! Teir spældu yvirfeitan tónleik, og tað rulaði. Tað einasta keðiliga, var, at teir spældu úti og tað var ljóst.
Skuffandi dreymar
Ein skuffandi bólkur á Asfalt, var The Dreams. Teir byrjaðu konsertina við at siga, at hetta var næstseinasta konsertin hjá teimum, har teir spæla løg av fløguni Tazy, og tøkk og lov fyri tí. Nú er næstan eitt ár síðan The Dreams góvu út fløguna, og síðan tað havi eg, um eg yvirhøvur havi hoyrt nakað, hoyrt heilt fá av teirra egnu løgum. Ja eg havi illa nokk hoyrt nakað annað enn tað, ið er á Tazy. Men tað er løgið nokk tað, nógvum øðrum dámar, tí at áhoyrararnar vóru alvorliga við uppá tað, sjálvt um tað var moderna fyri einum ári síðani. Man skuldi trú, at tað einaferð fór at fella til jørðina, men so letst ikki at vera. Í kvøld spældu teir tó 2-3 løg, ið ikki eru á fløguni, og tað var kul.
Teir spældu líka væl, sum altíð, og framførdu enn betur enn vanligt, tað var ein feit framførsla, men sum nevnt omanfyri, tørvar teimum nýtt tilfar.
Aftan á The Dreams, skuldu Sic spæla, sum síðsti bólkur á hesum festivalinum, og tað var ein endabrestur teir góvu okkum. Teir spældu løg av fløguni hjá sær “Pandemonium”, coverløg og eisini okkurt nýtt lag hjá teimum. Tað var yvirfeitt, og teir rockaðu totalt. Tað vóru tey flestu, sum flippaðu út til teirra ógvusliga trash metal tónleik. Tað var ein so kul konsert. Tað var ein hóskandi endi. Sum man sigur “Tá endin er góður er alt gott”.
Tey minnu kendu
Sum heild, var Asfalt eitt mega feitt tiltak. Tað er feitt, at har bara vóru Føroysk nøvn við, av tí, at til hinar festivalarnar, eru tað umframt útlendskir bólkar fyri tað mesta bara teir kendastu bólkarnar, ið sleppa at spæla. Men á Asfalt, spældu eisini minni kend nøvn, ið av sonnum eisini vóru líka góð, sum tað, øll kenna framman undan. Eitt nú dámdi mær sera væl Anniku Vang, sum eg ongantíð havi hoyrt fyrr. Hon sang væl, og tekstir hennara eru sera bindandi.