Á Áarvegnum fyri gott 40 árum síðan

Vit hava verið í myndasavninum hjá Birgari Johannessen og lænt hesa myndina av Áarvegnum fyri gott 40 árum síðan. Nakað er broytt, eitt nú er blómuhandilin hjá Trónd Hansen ikki bygdur, hann kom nógv seinni

 

Magnus Gunnarsson



Fyrstu húsini til vinstru eru tey hjá Per Højgaard. Síðan er kiosk Centrum, ið er har sum klædnahandilin Seytjan er í dag. Millum Centrum og Hotel Hafnia eru húsini, har handilin Tubbak helt til. Nú eru húsini tikin burtur og Hotel Hafnia er útbygt omaneftir. Hinumegin sæst Tinghúsið og bygningurin hjá Telefonverkinum, sum í hesum døgum verður tikin niður, og handilin hjá Jacob Lützen. Fremsti bilurin til vinstru er ein Vauxhall 14, aftanfyri hann er ein Austin vørubilur. Tað ber illa til at siga hvat slag hesin lítli lastbilurin til høgru er, tann næsti er ein Morris 1000 vørubilur, síðan ein reyður Ford , og ein hvítur Ford Consul.


Myndaeigari: Birgar Johannesen