Artur hevur ongantíð vunnið nakað

Hondbóltur: Hóast hann hevur verið við í nógv ár, hevur Artur Johansen ongantíð vunnið nakað gull við 1. mansliði hjá StÍF

Mansliðið hjá StÍF hevur staðið seg væl í seinastuni, og nógv halda liðið vera besta boð upp á ein føroyameistara í ár.

Millum tey heilt góðu úrslitini hjá StÍF eru tveir sigrar í Vestmanna móti VÍF, og í dag hittast júst hesi bæði liðini í steypafinaluni hjá monnum.

Artur Johansen er ein av teimum mest royndu á StÍF-liðnum, og hann noyðist at viðganga, at StÍF-liðið ongantíð hevur vunnið nakað ? í øllum førum ikki meðan hann hevur verið á liðnum.

? Okey, StÍF bleiv føroyameistari tríggjar ferðir í 40-unum, men tá var hondbóltur jú heilt øðrvísi, enn hann er í dag, sigur Artur, sum hevur góðar vónir til finaluna í dag.

? Tað sum ræður um hjá okkum er at steðga teirra álopsspæli og serliga Áka Olsen og Sámali Joensen, sum báðir hava eitt gott skot. Men so er vandi fyri, at vengurnir fáa betri pláss, og Martin Hummeland hevur spælt væl í seinastuni, sigur Artur.

? Sjálvir mugu vit leggja dent á verjuna og skjótálopini, sigur hann.


Sveinbjørn

og Johan við aftur

Sterki strikuspælarin Sveinbjørn Poulsen hevur verið skaddur í seinastuni, men er so smátt við at koma fyri seg, og hann ætlar at royna seg eina løtu í dag. Málmaðurin Johan Danielsen er eisini komin fyri seg eftir heilaskjálvtan, hann fekk herfyri, og tað hevur nógv at siga fyri StÍF, sum sostatt hevur bæði Johan og Henning at velja ímillum sum málverjar.

Artur Johansen sigur annars, at liðið hjá teimum hevur fyrireikað seg væl til finaluna. Áðrenn dystin í dag fara teir at fáa sær ein lættan bita í friði og náðum, og teir ætla sær ikki at hyggja eftir finaluni hjá kvinnunum, sum verður spæld beint áðrenn mansfinaluna? tá eru teir í Gundadalshøllini og hita upp.

Tað veldst sjálvandi eisini nógv um veðrið, men væntandi koma nógvir áskoðarar innan av Skálafjørðinum til Havnar at stuðla StÍF. Tað frættist, at áskoðararnir ætla at skipa seg væl og eisini lata seg soleiðis í, at eingin ivi skal vera um, hvørjum liði teir halda við. Um tað so verður nóg mikið til at bera liðið fram til sín fyrsta veruliga sigur í nógv ár, vita vit um átta tíðina í kvøld.