Hann kallar seg "yndis rapparin hjá tínum yndis rappara". Hann er 26 ára gamal og sigst vera ein a teimum mest áhugaverdu, dugnaligastu og best umtalaðu listarfólkum á danska hipp-hopp pallinum. Og tað sæst aftur í útgávum hansara.
Hann kom á pallin klokkan 23 og framførdi til á midnátt. Og hann dugdi væl at fáa lív í fjøldina. Tey hálvgomlu, sum vóru í Vágsbotni í kvøld, kendust kanska ikki við mannin, men tað gjørdu eftir øllum at døma mong av teimum ungu, sum rættilig fingu luft undir veingirnar, tann síðsta tíman fyri midnátt, meðan hann var á pallinum í Vágsbotni.
Fleiri myndir SÍGGJAST HER











