Artania komið á Havnina

Beint fyri klokkan tvey seinnapartin í dag kom ferðamannaskipið Artania á Havnina. Hetta er aðru ferð í ár, at skipið vitjar í Føroyum, tí seinast var fyri tveimum vikum síðani.

Skipið er úr Týsklandi, og við umborð eru eini 1100 ferðafólk.

Artania, sum júst hevur verið í Bremerhaven í Týsklandi, er á veg til Reykjavíkar.

Skipið skal eftir ætlan úr Føroyum longu tíðliga í kvøld.