Sandoyarstevnan verður í døgunum 22. til 24. august 2014.
Hetta er ársins seinasta stevna.
Eftir at summarið hevur verið fylt á tamb við stevnum, festivalum og tiltøkum annars, ofta fleiri um somu tíð, so er møguleiki at uppliva ársins seinastu stevnu, um ein leitar sær til Sandoynna 22. - 24. august.
Sjálvir lýsa stigtakararnir stevnuna soleiðis:
Hugnalig og fittlig, fyri børn og vaksin!










