Ársins fyrsti tingfundur verður seinnapartin

Løgtingið hittist til ársins fyrsta tingfund í dag klokkan 13.

 

Tvey mál eru á skránni, tað fyrra frá Tjóðveldi, sum er uppskot til samtyktar um heildarætlan um at tryggja nøktandi vælferðartænastur í framtíðini.

Hitt málið er 1. viðgerð av uppskoti frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni um løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um talgildan samleika. Hetta málið snýr seg um at seta aldursmarkið fyri at fáa talgildan samleika sett niður til 13 ár, og at áseting um gjald fyri geyma verður nágreinað.

Hetta er fyrsti tingfundur eftir at orrustan Fólkaflokkinum um at fáa Anniku Olsen úr Løgtinginum undan jólum hevur lagt seg, og eftir at Fólakflokkurin hevur mannað landsstýrissessirnar hjá Jacobi Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur av nýggjum.

Næsti tingfundur verður hósdagin, og tá verður samferðslupakkin hjá landsstýrinum til viðgerðar.

Nógv bendir á, at ósemja er í samgonguni um samferðslupakkan, sum millum annað snýr seg um at leggja hægri avgjald á bensin, diesel, tungolju og vegskatti og at gera tað ókeypis at koyra í Vága- og Norðoyatunlinum.