Arsene Wenger gevst í summar

Arsenal skal fyri fyrstu ferð í 22 ár hava nýggjan venjara

Arsene Wenger hevur í dag boðað frá, at hann gevst sum venjari hjá Arsenal, eftir 22 ár í starvinum. 68 ára gamli fraklendingurin kollvelti Premier League, tá han kom til felagið í 1996, men seinnu árini hevur ónøgd verið avrikið.

 

- Eg drúgva umhugsingartíð og eftir at hava tosað við felagið kenni eg á mær, at løtan er komin at takka fyri meg í summar, sigur Arsene Wenger við heimasíðuna hjá Arsenal.

 

Arsene Wenger hevur vunnið Premier League tríggjar ferðir og FA Cup sjey ferðir, men í fjør glapp Champions League luttøkan fyri fyrstu ferð nýggjari tíð. Nú er einasti møguleiki at koma í meistarakappingina at vinna Europa League.