Arsenal yvirnáttar á fyrsta plássinum

Beint fyri hálvleik fekk Arsenal Thomas Vermaelen útvístan fyri at gera brotsspark. Men Manuel Almunia í Arsenal málinum bjargaði. Áðrenn tað, hevði Denilson lagt Arsenal á odda. Stutt fyri tíð, skoraði Cesc Fabregas til endaliga úrslitið 2-0.

 

Tottenham vann á útivølli móti Stoke. Úrslitið gjørdist 2-1. Íslendingurin, Eiður Smári Gudjohnsen, legði Tottenham á odda við sínunm fyrsta máli fyri gestirnar. Stoke javnaði, áðrenn Niko Kranjcar avgjørdi til fyrimuns fyri Tottenham.

 

Aston Villa fekk bara javnt á heimavølli móti Wolverhampton. Norski framherjin, John Carew, legði annars Aston Villa á odda, men Wolverhampton vendi dystinum fyri hálvleik við tveimum málum. Minni enn tíggju minuttir fyri tíð, bjargaði John Carew Aston Villa eitt stig, við sínum næsta málið.

 

Arsenal liggur nú fremst við 67 stigum, men hevur spælt ein dyst fleiri enn Manchester United og tveir fleiri enn Chelsea. Tey hava ávíkavist 66 og 64 stigum á øðrum og triðja plássi.

 

Manchester United tekur í morgin ímóti Liverpool, meðan Chelsea vitjar Blackburn.

 

Tottenham liggur nú nummar fýra, fýra stig frammanfyri Liverpool, ið liggur nummar fimm.