Arsenal-viðhaldsfólk hittast

TÍÐINDASKRIV

Hóast enska stórliðið Arsenal ikki varð spátt stórvegis møguleika at vinna meistaraheitið í ár, so eru Wenger og hansara ungu menn, enn við í oddastríðnum. Enn eru 11 dystir eftir at leika og klárar Arsenal at henga í, ja, so hevur venjarin Arsène Wenger enn einaferð prógvað, at hann veit betri enn øll onnur.
Eisini føroyska fjepparafelagið, Arsenal Faroe Islands, ið er alment góðkent av Arsenal í London, er sera virkið og skipa tey javnan fyri tiltøkum, umframt at hava eina sera væl vitjaða og forvitnisliga heimasíðu arsenal.fo. Har býðst høvið at gera viðmerkingar til dystir, at velja besta leikara og annars at kunna seg um alt, ið fyriferst í felagnum, bæði í London og í Føroyum. Eisini hevur felagið skipað fyri felagsferð til London, har ið stjørnan frá 70’unum Charlie George, var vertur teirra á rundferð á leikvøllinum The Emirates. Felagið hevur eisini møguleika at veita limum sínum atgongumerki til dystir.
Komandi leygardag verður felagstiltak, har ið fjepparar hittast á loftinum á Café Natúr í Tórshavn. Dysturin ímóti Stoke er á skránni. Dysturin byrjar kl. 17.30 og verður loftið á Café Natúr staðið, har ið øll Arsenal-viðhaldsfólk fara at fylga og stuðlu monnum sínum í oddastríðnum í bestu ensku fótbóltsdeildini.