Arsenal tveitti aftur sigurin vekk

Premier League: Annan dystin upp í slag tveitti Arsenal ein leiðslu upp á tvey mál vekk

Arsenal hevur verið favorittur at vinna Premier League í eina tíð, men í gjár mundi favorittleikluturin fella aftur til Manchester City. Arsenal tveitti stig og nú er munurin bara tvey stig.

 

Manchester City og Erling B. Haaland vunnu leygardagin á Leicester. Tí var trýst á Arsenal undan dystinum móti West Ham gjár. Gestirinir úr Arsenal komu á odda 2-0 í fyrra hálvleiki, men eins og á Anfield mikukvøldið, so glapp sigurin. West Ham kom upp á 2-2 og tá hevði Arsenal enntá eitt brotsspark, sum bleiv brent.

 

Manchester United spælir ein rúgvu av dystum í løtuni, men tað sást ikki aftur í gjár. Hóast fleiri skaðar vann Manchester United 2-0 á heimavøllinum hjá Robin Hood móti Nottingham Forest. Champions League fótbóltur tykist verða tryggjaður til komandi kappingarár.

 

Í kvøld verður seinasti dysturin í 31. umfari. Hann er millum Leeds United og Liverpool.

 

16.04Nottingham F.0:2Manchester Utd
16.04West Ham2:2Arsenal
15.04Manchester City3:1Leicester
15.04Tottenham2:3Bournemouth
15.04Chelsea1:2Brighton
15.04Everton1:3Fulham
15.04Southampton0:2Crystal Palace
15.04Wolves2:0Brentford
15.04Aston Villa3:0Newcastle
1Arsenal31235374:3174
2Manchester City30224478:2870
3Manchester United30185746:3759
4Newcastle301511448:2456
5Tottenham311651057:4553
6Aston Villa311551144:4050
7Brighton29147854:3749
8Liverpool29128950:3544
9Brentford311013847:4243
10Fulham301261242:4142
11Chelsea311091230:3339
12Crystal Palace31991331:4036
13Wolves31971526:4234
14Bournemouth31961631:5933
15West Ham30871529:4131
16Leeds30781539:5429
17Everton31691624:4627
18Nottingham Forest31691624:5627
19Leicester31742041:5525
20Southampton31652024:5323