Arsenal í trupul­leikum í grannauppgerð

Fótbóltur er eitt løgið spæl. Í vikuni vann Arsenal á Barcelona, sum undan dystinum fekk heitið besta liðið í heiminum av Arsenal venjarinum, Arsené Wenger. Í vikuskiftinum megnaðu teir ikki at vinna á League One liðnum og grannunum úr Leyton Orient

Mikukvøldið skolaðu lovorðini omanyvir Arsenal og Arsené Wenger. Á Emirates leikvøllinum í London megnaðir Arsenal at koppa Barcelona. Ensku miðl­arnir skrivaðu síðu upp og síðu niður um avrikið. Í gjár spældi Arsenal so í FA Cup steypa­kapp­ingini móti Leyton Orient á útivølli. Hóast Champions League hevur flestu av bestu lið­num í heiminum, so eu tað fáar kappingar, ið standa mát við FA Cup tá tað kemur til óvæntað úrslit. Leygardagin mundi Man­chester United ikki vunnið á Crawley Town, sum spælir í fimt­bestu deildini í Onglandi.
Rætt skal verða rætt og hvørki Arsenal ella Manchester United spældu við sterkastu uppstilling. Tað gjørdi Manchester City móti Notts County og vunnu greiðan 5-0 sigur. Tað er ikki óhugsandi, at bæði Arsenal og Manchetser United høvdu vunnu stórt um spælt var við sterkastu upp­stilling.
Arsenal kom eftir ætlan á odda, men tveir minuttir fyri tíð javnaði Leyton Orient. Venjarin hjá teimum segði eftir dystin, at málið kom júst í røttu løtu, tí nú hevði Arsené Wenger ikki møgu­leikan at skifta eitt nú Cesc Fabregas og aðrar menn inn at avgerða dystin.
Fyri bæði Leyton Orient, sum nú skal spæla umdystin á Emirates leikvøllinum, og Crawley Town høvdu dystirnir stóra fíggjarligan týdning. For­maðurin í Carwley Town sigur, at felagið fer helst at vinna áleið tíggju millionur krónur upp á dystin móti Manchester United.
Um Arsenal vinnur umdystin móti Leyton Orient, so skulu teir møta Manchester United á Old Trafford í fjórðingsfinaluni. Um ikki, so fara Leyton Orient óiva fegnir ein túr á Old Trafford.