10 dystir hava verið í Carling Cup í kvøld, og fyri fyrstu ferð tapti Arsenal í hesum kappingarárinum.
Arsenal møtti Southampton á heimavølli í Carling Cup í kvøld, og alt sá út til at ganga sumætlað, tá Alexis Sanchez legði Arsenal á odda eftir at eitt korter var farið av dystinum.
Men so legði Southampton fyri, og áðrenn hálvleik førdi utiliðið 2-1. Og fleiri mál komu ikki i dystinum.
Eitt anað eitt sindur óvæntað úrslit var, tá Swansea megnaði at vinna á Everton heili 3-0.
Annars vann Fulham fyrsta dystin á í kappingarárinum, tá teir vunnu 2-1 á Doncaster.
Og so noyddist Liverpool út í longd leiktíð á heimavølli móti Middlesbrough.
Her eru úrslitini frá triðja umfari av Carling Cup:
Arsenal-Southampton 1-2 (1-2)
14. 1-0 Alexis Sanchez
20. 1-1 Dusan Tadic (brts)
39. 1-2 Nathaniel Clyne
Cardiff City-AFC Bournemouth 0-3 (0-3)
09. 0-1 Dan Gosling
22. 0-2 Charlie Daniels
33. 0-3 Dan Gosling
Derby County-Reading 2-0 (0-0)
67. 1-0 Johnny Russel
81. 2-0 Alex Pearce (brts)
Leyton Orient- Sheffield United 0-1 (0-1)
02. 0-1 Michael Higdon
Liverpool-Middlesbrough 1-1 (1-0)
10. 1-0 Jordan Rossiter
63. 1-1 Adam Reach
Milton Keynes Dons-Bradford City 2-0 (1-0)
05. 1-0 Benik Afobe
86. 2-0 Benik Afobe
Shrewsbury Town-Norwich City 1-0 (0-0)
55. 1-0 James Collins
Sunderland-Stoke City 1-2 (1-19
16. 1-0 Jozy Altidore
31. 1-1 Marc Muniesa
71. 1-2 Marc Muniesa
Swansea-Everton 3-0 (1-0)
29. 1-0 Nathan Dyer
65. 2-0 Gylfi Sigurðsson
87. 3-0 Marvin Emnes
Fulham-Doncaster Rovers 2-1 (2-0)
16. 1-0 Bryan Ruiz
32. 2-0 Daniel Burn
60. 2-1 James Coppinger