Arsenal skal standa sína roynd

Arsenal oddalið í Premier League, men nú fáa teir høvið at royna seg móti teimum bestu

Triðja umfar í bólkaspælinum í Champions League verður í kvøld. Størstu dystirnir eru helst millum Arsenal - Borussia Dortmund og AC Milan - Barcelona.

 

Bólkur E:

Chelsea tapti í fyrsta umfarinum, men kom á kós aftur við sigri í Rumenia. Teir spæla í kvøld helst torførasta dystin í bólkaspælinum. Teir eru á útivølli móti Schalke 04. José Mourinho hevur ikki fingið eina dreymabyrjan upp á tíðina í Chelsea, men nú gongur rætta vegin aftur.

 

Bólkur F:

Arsenal hevur fingið eina flúgvandi byrjan upp á kappingarárið í ár. Teir hava vunnið báðar dystirnar í Champions League og er oddalið í Premier League. Í dag er mótstøðan í heimsflokki, tá Champions League finalistarnir úr Borussia Dortmund koma á vitjan. Nú fáa vit av álvara at síggja hvørja styrki Arsenal hevur í ár.

 

Bólkur G:

Atletico Madrid og FC Porto eru favorittar at koma víðari úr hesum bólkinum. Tað er heldur ikki óhugsandi, at tey bæði liðini í kvøld seta eina tjúkka striku undir favoritt leiklutin í bólkinum. Atletico er í Eysturríki, meðan FC Porto fær vitjan av Zenit.

 

Bólkur H:

Her er stóri dysturin millum AC Milan og Barcelona, sum bæði hava eina drúgva søgu í Champions League. AC Milan hevur vunnið kappingina sjey ferðir, meðan Barcelona hevur vunnið hana fýra ferðir. Barcelona er favoritur at vinna, meðan AC Milan stríðist við at liva upp til gamlar tíðir.

 

Hinvegin, so skoraði Barcelona ikki í einum dysti fyri fyrstu ferð í 65 dystum, tá teir spældu 0-0 móti Osasuna farna vikuskiftið.

 

 Ajax hevur helst munin á Celtic, men tað er týdningarmikið fyri Ajax, at teir fáa trý stig í kvøld um teir skulu geva AC Milan og Barcelona mótstøðu um at koma víðari.

 

Bólkur E:

Schalke 04 – Chelsea (19.45)

Steaua Bukarest – FC Basel (19.45)

 

Støðan:

1.     Schalke 6

2.     FC Basel 3

3.     Chelsea 3

4.     Steaua Bukarest 0

 

Bólkur F:

Arsenal – Borussia Dortmund (19.45)

Marseille – Napoli (19.45)

 

Støðan:

1.     Arsenal 6

2.     Napoli 3

3.     Dortmund 3

4.     Marseille 0

 

Bólkur G:

Austria Wien – Atletico Madrid (19.45)

FC Porto – Zenit (19.45)

 

Støðan:

1.     Atletico Madrid 6

2.     FC Porto 3

3.     Austria Wien 1

4.     Zenit 1

 

Bólkur H:

AC Milan – Barcelona (19.45)

Celtic – Ajax (19.45)

 

Støðan:

1.     Barcelona 6

2.     AC Milan 4

3.     Ajax 1

4.     Celtic 0