Arsenal selur van Persie

Tað hevur leingi ljóðað, at van Persie er á veg burtur frá Arsenal, og í morgun skricvar Daily Mirror, at felagið váttar fyri fyrstu ferð, at leikarin verður deldur.

 

Partarnir eru ikki komnir til eina semju um leingjan av sáttmálanum, sum gongur fram til komandi summar, hóast Arsenal hevur toygt seg langt og bjóða van Persie 130.000 pund um vikuna.

 

Formaðurin í Arsenal viðgongur, at bjóðar eitt felag Robin van Persie 250.000 pund um vikuna, so kann Arsenal ikki kappast við tað.

 

Fleiri feløg eru áhugað í van Persie, og nevnd verða Manchester City, Juventus, Paris St. Germain umframt ríka russiska felagið, Anzhi. Men van Persie er eftir øllum at døma ikki áhugaður í at flyta til Moskva.

 

Arsenal hevur sett eitt prísskilti á van Persie á 30 milliónir pund, skrivar Daily Mirror.