Tá ið tað snýr seg um at vinna finalur og steyp hevur tað í níggju ár verið turkur í Arsenal, sum klokkan 17 í dag á Wembley skal royna seg í FA Cup finaluni ímóti Hull City. Endatalvan í ársins landskapping sigur, at London felagið er stórfavorittur, men steypasøgan hjá Arsenal sigur, at tað meiri enn so er komið fyri, at liðið hevur verið favorittur í FA Cup finaluni, men kortini hevur tapt. Eitt nú í 1978 ímóti Ipswich, og í 1980 ímóti West Ham. Í báðum førum tapti Arsenal 1-0. Í 2011 var Arsenal favorittur í finaluni í minnu steypakappingini, men ta ferðina vann Birmingham City.
Síðsta kappingin, sum Arsenal vann, var FA Cup steypafinalan í 2005, sum var á Millenium stadion í Cardiff. Ta ferðina var mótstøðuliðið Manchester United. Úrslitið eftir longda leiktíð var málleysur javnleikur. Hetta var fyrstu ferð nakrantíð, at einki mál varð skorað í finaluni, og hetta var fyrsta ferðin, at finalan varð avgjørd í brotssparkskapping.
Arsenal vann kappingina úr ellivu metrum 5-4. Einasti spælarin, sum misnýtti, var Paul Scholes.
At tað ber til at vinna, hóast mótstøðuliðið er stórfavorittur, er finalan í fjør gott dømi um. Wigan Athletic flutti niður úr bestu deildini, men kortini eydnaðist tað at vinna FA Cup finaluna 1-0 ímóti stórfavorittunum í Manchester City.
Tað var um reppið, at Wigan aftur í ár vann seg í finaluna, men eftir 1-1 og longda leiktíð tapti Wigan brotssparkskappingina ímóti Arsenal.
Í landskappingini tapti Hull farna kappingarár 2-0 á útivølli og 3-0 á heimavølli ímóti Arsenal. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Hull City er í FA Cup finaluni, og Steve Bruce og hansara menn hava harvið alt at vinna.