Nógvar leysasøgur ganga um fótbóltsframtíðina hjá Arsenal-spælaranum, Cesc Fabregas.
Spanski landsliðsspælarin hevur í longri tíð staðið ovast á ynskilistanum hjá FC Barcelona. Nú skrivar katalanska blaðið ?Sport?, at venjarin hjá Arsenal krevur 50 miljónir evrur, um Arsenal skal selja Cesc Fabregas til Barcelona.
Arsene Wenger hevur áður selt stjørnuspælarar, sum Thierry Henry, Emmanuel Petit, Marc Overmars, Emmanuel Adebayor, Kolo Toure og Alexander Hleb, og
hevur keypt yngri spælarar ístaðin.
Katalanska blaðið rør eisini uppundir, at Arsenal fer at selja Cesc Fabregas av fíggjarligum orsøkum. Byggingin av Emirates Leikvøllinum hevur sett London-felagið í eina stóra skuld.
Arsene Wenger slær fast, at øll boð uppá Cesc Fabregas, sum eru undir 50 miljónir evrur hava ongan áhuga.










