Arsenal krøkt av

Arsenal tapti aðru topp-uppgerðina á rað, og nú stendur kapprenningin í Premier League
bert millum Chelsea og Manchester United

Fótbóltur

Didier Drogba var stóri maðurin á Stamford Bridge, tá hann um vikuskiftið skeyt bæði málini í 2-0 sigrinum hjá Chelsea móti Arsenal.
Sigurin bar við sær, at Chelsea klintraði upp á oddasessin, eftir verjandi meistararnir úr Manchester United vunnu seg framum við knúsandi 5-0 sigri á Portsmouth.
Og top-4 líkist nú aftur tí, sum hevur verið galdandi nógvu tey seinastu árini. Liverpool heldur nevnliga á fram at savna stig saman, og nú eru teir farnir framvið bæði Aston Villa og Tottenham. Í løtuni tykist tað, sum er Manchester City harðasti kappingarneytin til gylta fjórðaplássið, sum gevur atgongd til Champions League-milliónirnar.
Í botninum er eisini sera stórur spenningur. Leygardagin vísti Portsmouth ikki, at liðið hevur tað, sum skal til fyri at bjarga sær. Í so máta er spenningurin nógv størri um, hvør endar á næst- og triðniðasta plássinum.