Arsenal heldur tørn

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar í lokaluppgerðini á fullsetta Emirates, har Chelsea vitjaði grannarnar í Arsenal, sum við 1-0 sigri vardi oddasessin í Premier Liguni.

Einsamalla málið skoraði Arsenal miðverjin og liðformaðurin William Gallas ein minutt undan steðginum.

Eftir horna úr vinstru frá Fabregas var Chelsea málverjin Petr Cech sera óheppin, tá ið hann leyp út úr málinum. Bólturin sigldi uppi yvir honum, og fyrrverandi Chelsea spælarin, William Gallas, var púra leysur fyri opnum máli, tá ið hann úr fimm metra fjarstøðu við høvdinum sendi bóltin í málið.

Sum 2. hálvleikur leið, spenti Chelsea álopsbogan alt meiri. Tað bar spentar støður í báðum endum við sær, men einki mál spurdist burturúr. Hjá Chelsea vóru tað Andrej Shevchenko og Shaun Wright Phillips, sum misnýttu stórar møguleikar.

Arsenal misnýtti størstu møguleikarnar. Tvær ferðir vórðu mál kolldømd fyri rangstøðu, og innskifti Robie van Persie misnýtti størsta møguleikan av øllum.

At talan var um lokala uppgerð, sum hevði stóran týdning fyri støðuna í toppinum sást aftur í, at gula kortið var tíggju ferðir á lofti - fimm ferðir til hvønn partin.

Arsenal er oddalið við 40 stigum, Manchester United hevur 39 stig, og Chelsea hevur 35 stig.