Arsenal er flúgvandi

60.000 áskoðarar vóru møttir upp á Emirates Stadion í London í dag, har oddaliðið Arsenal fekk vitjan av botnliðnum Derby.

 

Frá byrjan av var tað Arsenal, sum sat á dystinum. Derby hevði sera lítið skapandi spæl, og teir reyðu úr London kundu lættliga vinna dystin heili 5-0. Emmanuel Adebayor gjørdi hattrikk, meðan Cesc Fabregas og Abou Diaby stóðu fyri hinum báðum málunum.

 

Heima á Anfield skuffaðu Liverpool við bara at spæla javnleik móti uppflytarunum úr Birmingham.

Hetta gevur Arsenal ein stigarmun uppá fýra stig niður til Liverpool og Manchester City á øðrum plássi.

 

Úrslit úr Premier League í dag:

 

Arsenal - Derby 5-0

Liverpool - Birmingham 0-0

Middlesbrough - Sunderland 2-2

Reading - Wigan 2-1