Arsenal dyggan sigur á útivølli

Eftir 1. hálvleik bendi einki á, at Arsenal skuldi vinna tryggan sigur í Newcastle.

Heimaliðið fekk gyltan møguleika at leggja seg á odda í 1. hálvleiki, men brotssparkið varð misnýtt.

Eftir steðgin kom gongd á málskjótingina. Nicklas Bendtner legði í 57. minutti við høvdinum Arsenal framum eftir frísparksinnlegg. Minuttin eftir javnaði Obafemi Martins, sum í 1. hálvleiki hevði misnýtt brotsspark.

Í 64. minutti legði Abou Diaby Arsenal framum 2-1, og tríggjar minuttir seinni staðfesti Samir Nasri 3-1 sigurin. Í báðum hesum førunum átti Robin van Persie næstsíðsta fótin á.

Dyggi sigurin í Newcastle ber við sær, at Arsenal hevur styrkt um sína støðu á fjórða plássinum, sum ber rættin til luttøku í europeisku meistarakappingini við sær.

Næsti kappingarneytin til hetta plássið er Aston Villa, sum seinnapartin í morgin skal spæla á Anfield road ímóti Liverpool.