Arsenal dumpaði aftur á útivølli

Tveir minuttir fyri leiklok eydnaðist tað at javna ímóti Southampton, sum hevði fleiri stórar møguleikar

Uttan mun til hvat mótstøðuliðið er, so hilnast tað sjáldan væl hjá Arsenal, sum fyri viku síðani á heimavølli legði rygg til 3-1 tap ímóti Manchester United.

Í daga hevði Arsenal møguleika at reisa seg á útivølli í Southampton. Úrslitið var 1-1. Tað eru teir í Arsenal ivaleyst vónbrotnir av, men tá ið stóru málmøguleikarnir vera havdir í huga, so hevði einki forgjørt verið í tí, um heimaliðið vann øll stigini.

Southampton legði seg beinanvegin framum, tá ið Charlie Austin skoraði eftir skjótt mótálop. Tað restaðu bara tveir minuttir, tá ið innskifti Oliver Giroud við høvdinum javnaði til 1-1.

 

Úrslitið ber við sær, at Arsenal misti týdningarmikil stig í kappingini um fjórða plássið, sum ber luttøku í europeisku meistarakappingini við sær. Arsenal er á fimta plássi við 28 stigum.

Southampton er á tíggjunda plássi við átjan stigum.

Tvær grannauppgerðir eru seinnapartin: Liverpool-Everton kl. 14.15 og Manchester United-Manchester City kl. 16.30.