Í farnu viku tóktist tað fyri vist, at Arsenal fór at seta 36 ára gamla Mikel Arteta sum venjara, men í dag er søgan ein onnur. Bretskir miðlar sum The Times og Dailymail skriva, at tað heldur verður 46 ára gamli spaniólin Unai Emery, sum verður nýggjur venjari eftir Arsene Wenger.
Les eisini: 36 ár gamal upp á tal í Arsenal
Hann er fyrrverandi venjari hjá millum annað Paris Saint-Germain, Valencia og Sevilla. Serliga stóð hann seg væl sum venjari hjá Sevilla, har hann vann Europa League trý ár upp í slag frá 2014 til 2016.
Hann hevur verið fyri atfinningum fyri tíðina í Paris Saint-Germain. Millum annað vann liðið bara meistaraheitið annað av teimum báðum árunum hann var venjari har. Hartil stóð hann á odda fyri skandaludystinum, tá PSG tapti 6-1 á Camp Nou fyri FC Barcelona, eftir at hava vunnið fyrra Champions League dystin 4-0.
Bretskir fjølmiðlar meta, at leiðslan í Arsenal hevur valt Unai Emery, tí hann hevur fleiri royndir enn Mikel Arteta, sum bara hevur roynt at verið hjálparvenjari. Annars er nýggjur venjari hjá PSG Thomas Tuchel, sum er fyrrverandi venjari hjá Borussia Dortmund.