Tað var ikki alla tíðina meistarasnitt yvir avrikinum, tá ið stórfavorittarnir í Arsenal seinnapartin høvdu vitjan av Crystal Palace, sum stríðist við at varðveita plássið í bestu deildini. Men tað var nóg mikið hjá heimaliðnum í 2. hálvleiki at skora tvey mál og harvið at vinna 2-0.
Hesa ferð var tað miðvallarin Alex Oxlade-Chamberlain, sum var høvuðsleikari. Hann skoraði bæði málini. Tað fyrra tveir minuttir eftir steðgin og tað seinna, tá ið tað restaðu seytjan minuttir.
Úrslitið ber við sær, at Arsenal nú er topplið við 55 stigum. Manchester City hevur 53 stig, og Chelsea hevur 50 stig. Hesi bæði liðini hittast í annaðkvøld í Manchester í síðsta dystinum í 24. umfari.
25. umfar
Leygardagin 8. februar
Liverpool-Arsenal
Sunderland-Hull
Southampton-Stoke
Norwich-Manchester City
Chelsea-Newcastle
Aston Villa-West Ham
Crystal Palace-West Bromwich Albion
Swansea-Cardiff
Sunnudagin 9. februar
Tottenham-Everton
Manchester United-Fulham