Arsenal aftur á toppinum

Tvey mál eftir lítlari løtu vóru nóg mikið at vinna øll stigini við 2-1 sigri á útivølli á Aston Villa

Í kvøld varð síðsti dysturin í 21. umfari í Ongalandi spældur. Undan hesum umfarinum var Arsenal topplið. Í kvøld var Arsenal í Birmingham, og tað eydnaðist London felagnum at sleppa av Villa Park við 2-1 sigri á Aston Villa. Harvið er Arsenal eisini topplið eftir 21. umfar við 48 stigum – eitt frammanfyri Manchester City og tvey stig frammanfyri Chelsea.

Sigurin kendist eisini søtur,tí Aston Villa er einasta liðið, sum í hesum kappngarárinum hevur vunnið fulla úrtøku á útivølli ímóti Arsenal.

Eitt korter undan leikloki minkaði Christian Bentekes um munin til 2-1, tá ið hann eftir stórt mistak í Arsenal verjuni, tveitti seg fram og við høvdinum sendi bóltin í málið. Málið kveikti vónina millum Villa spælararnar og viðhaldsfjøldina um, at tað skuldi eydnast at javna, men hóast trýstið var stórt, so eydnaðist tað Arsenal at koma undan við øllum stigunum og harvið at lyfta seg upp aftur á tindinum.

Arsenal málini vórðu skorað í gyltum minutti, tá ið ein stórur hálvur tími var farin. Jack Wilshere skoraði fyrra málið eftir framúr uppspæl í vinstru, har Özil var arkitektur, og seinna málið skoraði Olivier Giroud eftir langa sending í brotsteigin frá Jack Wilshere og fína temjing.

22. umfar verður næsta vikuskifti. Leygardagin fær Arsenal vitjan av Fulham, meðan Aston Villa skal spæla á útivølli ímóti Liverpool. Manchester City fær vitjan av Cardiff.

Sunnudagin spæla Swansea og Tottenham, og so verður stórdysturin Chelsea-Manchester United, og mánadagin skal Everton royna seg á utivølli ímóti WBA.