Nýggja bókin við myndum og um myndlistina hjá Vegghamar er givin út í samstarvi millum Sprotan og Gallarí Havnará.
Somuleiðis vera nakrar úrvaldar plakatir settar til sølu. Plakatirnar eru gjørdar av hansara verkum til hetta serliga høvið.
Arnold Vegghamar er heiðursborgari á Viðareiði, og kanska heimsborgari í egnum alheimi. Hugurin til skapandi virksemi hevur altíð ligið í honum
Sum ungur var hann ein vetur á skeið hjá Jack Kampmann og Ingolvi á Reyni.
Síðann fór hann í læru sum gull- og silvursmiður og arbeiddi sum gullsmiður eini 20 ár í Havnini.
##med2##
Hann verður nú 88 ára gamal, og málningarnir hava ongantíð verið betur umtóktir enn nú.
Vegghamar fevnir breitt í motivum, og hóast ikonisku fýrakantaðu húsini eru tað, ið flest fólk hugsa um, tá tey hoyra navnið Arnold Vegghamar, so er hann eisini kendur fyri i náttúrumyndinar av hamrum, urðum og lendingini á Viðoynni.
##med3##