Tíðindaskriv
Arnold Vegghamar er føddur í 1937, útbúgvin silvursmiður og býr á Viðareiði. Í Føroyum hevur hann m.a. havt stakframsýningar við í Listaskálanum og verið við á Várframsýningum. Í Danmark hevur hann m.a. sýnt fram í Sønderborg, Hirtshals og í Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahavn.
Vincent van Gogh (1853-1890) spyr bróður sín, Theo, soleiðis: »Kundi tað ikki verið møguligt, at man sær eitt ting betur og rættari, tá man elskar tað, enn tá man ikki ger tað?«. Arnold Vegghamar málar náttúruna - tað eru ikki vanligar náttúrulýsingar, men heldur persónligar surrealistiskar tulkingar av landslagnum. Tað handlar ikki um, um tað líkist náttúruni, tað handlar um tann innara ósjónliga sannleikan - upplivingar, kenslur, sinnisrørslur og ímynd. Tað vil siga, at mála sinnisstøðuna, tí hetta er ein veruleiki, sum júst er avgerandi fyri tann ovurhugaða og sinnisrørda listamannin. Hansara týðuligu penslastrok og sterku litir ímynda tann innara ófriðin og fær alla náttúruna at liva og røra seg. Heimsmyndin sær annaðleiðis út enn vit sansa - listamaðurin letur seg ikki leiða av passivt registrerandi virksemi, tá hann skoðar veruleikan, hann skapar sína egnu heimsmynd bygda á vilja og skapanarmegi.
Munurin á góðari og vánaligari list er millum annað, at góð list krevur nakað av sínum áhoyrara og áskoðara, meðan vánalig list ikki ger tað. Málningarnir hjá Arnold Vegghamar krevja nakað av áskoðaranum.
Á framsýningini eru 21 oljumálningar, har motivið er náttúran har norðuri á Viðoynni, lendingin, bygdin, hamrar og urðar. Framsýningin verður frá 27. februar kl. 16 og fram til 12. mars, týsdag - fríggjadag kl. 14 - 18, leygardag kl. 16 - 18.