Arni: - Eg eri ein kliche av mær sjálvum

- Andaligi parturin av okkum er ein partur av lívinum, sum vit ikki kunnu leggja frá okkum, tá vit fara á festival. Tí hava vit eina festivalkirkju, sigur gøtumaðurin Arni Zachariassen, ið saman við øðrum skipar fyri festivalkirkjuni.

Arni hevur verið á G! næstan øll árini. Á leið ellivu ferðir. Men tað er við ymiskum endamálum, hann hevur verið á G!

 

- Sum oftast havi eg okkurt at gera. Fyrr hevur tað verið eitt nú at skriva, gera tíðindaskriv, hjálpa við fyrireikingum, vera frásøgumaður og líknandi. Í ár eri eg knýttur at festivalkirkjuni, har eg havi nakrar vaktir, sigur Arni, ið hevur lisið gudfrøði í Stóra Bretlandi.

 

- Vit hava tørv á eini festivalkirkju, tí andaligi parturin av okkum er ein partur av lívinum, sum eisini fylgir okkum á festival.

 

Høvuðsuppgávan hjá festivalkirkjuni er mest av øllum bara at vera har.

 

- Vit sita her og práta við fólk, sum koma framvið. Fleiri koma innar, og vit hava havt fleiri góð og djúp prát, sigur Arni.

 

Tá Arni ikki er í festivalkirkjuni, nýtur hann festivalin saman við familjuni: Konuni og báðum børnunum.

 

- G! er ein fantastiskur festivalur, har man umframt tónleikin kann njóta góðan bygdasligan hugna. Eg havi verið á fleiri festivalum, og hetta er heilt sikkurt besti festivalur, eg havi vitjað, sigur Arni avgjørdur.

 

Fyrr í dag upplivdi Arni eina stuttliga hending.

 

- Eg stóð og prátaði við ein mann, sum eg kenni frá fyrr av. Vit høvdu tosað eina góða løtu, áðrenn vit skiljast, og hann spyr so ein vinmann hjá mær ”Also, hvør var hasin Arni-wannabe?”. Vinmaðurin fekk ikki hildið sær, og flennandi fortaldi hann, at hatta VAR Arni. Tað var eitt rættiliga syrað upplivilsi, og fór eg at spekulera uppá, um eg var blivin ein kliché av mær sjálvum, sigur Arni flennandi.