Arnbjørn úti minst fimm vikur

Arnbjørn Hansen, sum hevur skotið trý mál fyri EB/Streym í landskappingini í fótbólti í ár, verður ikki at síggja á vøllinum næstu fimm vikurnar. Tað er greitt, eftir at kollfirðingurin hevur verið til kanningar í dag.

 

Eitt liðband er tognað í knænum hjá Arnbirini, sum tískil ikki skal spæl bólt í rúma tíð – fyribils tær næstu fimm vikurnar.

 

Tað var í landskappingardysti móti KÍ mikukvøldið, at Arnbjørn varð borin av vøllinum eftir at vanliga leiktiðin var farin. Tað var eftir nærdyst við mótstøðuleikara, at knæið hjá Arnbirni gav eftir. Ein støða, sum hann sjálvur lýsir sum eitt hendiligt óhapp.