Arnbjørn sagt seg úr starvi

Býarbókasavnið í Tórshavn skal hava ein nýggjan leiðara ella býarbókavørð. Tað er greitt eftir at Arnbjørn Ó. Dalsgarð hevur sagt seg úr starvi. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.


Arnbjørn Ó. Dalsgarð hevur røkt starvið sum býarbókavørður síðan 2013, men tók farloyvi í eitt hálvt ár í 2016, tá hann fekk seks mánaðarlønir frá Mentanargrunni landsins til at skriva eina skaldsøgu.


Tórshavnar kommuna takkar býarbókavørðinum fyri hansara arbeiði og upplýsir, at enn er ikki greitt, nær søkt verður eftir einum nýggjum leiðara.


- Tórshavnar kommuna takkar Arnbirni fyri tíðina og stóra arbeiðið, hann hevur gjørt. Hann hevur rikið og ment tænastur og stovnin saman við dugnaligu starvsfólkunum, skrivar kommunan á heimasíðuni.