Arnbjørn lagt Føroyar á odda

Tað skuldi ikki taka Føroyum langa tíð at leggja seg á odda í U-21 landsdystinum ímóti Kroatia á Tórsvølli.

 

Dysturin var bert tríggjar minuttir gamal, tá Føroyar fekk fríspark. Inni í brotsteiginum var Arnbjørn Hansen hægstur og skallaði bóltin í málið, so nú er Føroyar á odda 1-0 móti gestunum úr Kroatia.