Arnbjørn gjørt fimm mál í tveimum dystum

21 ára gamli EB/Streyma-áleyparin, Arnbjørn Hansen, hevur rættiliga funnið formin síðstu dystirnar. Fimm mál í síðstu tveimum dystunum talar fyri seg, og áleyparin var sum vera man vælnøgdur eftir 6-1 sigurin á VB/Sumba, har hann fekk tvey av málunum.

- Vit vistu, at hetta kundi gerast ein harður dystur. VB/Sumba hevði einki trýst á sær undan dystinum, og seinast teir vóru á vitjan her, førdu teir 2-1 nakað inn í seinna hálvleik og tí vóru vit eisini klárir frá byrjan av í dag, segði Arnbjørn.

Hann helt eisini, at fyrsta málið hevði stóran týdning henda dagin.

- Tað hevði ógvuliga nógv at siga fyri okkum at fáa fyrsta málið so tíðliga, tí so mátti VB/Sumba fram á vøllin. Hetta gav okkum betri pláss á vøllinum, og tí gjørdist uppgávan hjá okkum heldur lættari, metir Arnbjørn.

Nú bert seks stig eru eftir at spæla um, liggur EB/Streymur á triðja plássi trý stig framman fyri HB, og Arnbjørn dylur ikki fyri, at liðið fer eftir bronsuni.

- Ja, nú fara vit eftir bronsuni. Tað eru bert seks stig eftir at spæla um, so vit eru í eini góðari støðu. Vinna vit á B36 næsta vikuskiftið, so vera vit harafturat bert eitt stig aftanfyri teir, so í besta føri kunnu vit eisini enda á øðrum plássi. Men málið er fyrst og fremst at fáa bronsuna, staðfestir Arnbjørn.