Arnar: Valdi við hjartanum

- Innast inni eri eg ein EB/Streymari, sigur Arnar Dam, sum heldur fram í felagnum.

Hóast áhuga frá feløgum sum Skála, ÍF, NSÍ og AB, so valdi Arnar Dam at halda fram í sundalagnum, har hann hevur spælt at kalla øll árini. Tilboðini frá onkrum av hinum feløgunum vóru eisini fíggjarliga betri enn útspælið frá EB/Streymi. So hví ikki skifta?

 

-       Eg veit ikki hvat eg skal siga. Eg havi eitt sindur ringt við at skifta. Eg valdi við hjartanum. Tað var tað lættasta. Eg vil ikki sleppa tí, sum eg havi, sigur Arnar Dam, sum seinnu árini hevur sitið nógv á bonkinum.

 

Í eitt nú Skála høvdu útlitini verið betri fyri spælitíð, men økta spæltíðin í ár og at venjarin heldur fram, dregur eisini.

 

-        Tað hevði nokk verið betri at skift fyri spælitíðina, men eg dugi at síggja møguleikar í EB/Streymi. Eg havi fingið meiri spælitíð í ár og fingið mítt gjøgnumbrot. Rúni Nolsøe hevur givið mær møguleikan, so tað telur eisini, at hann heldur fram, sigur Arnar Dam, sum hevur luttikið í 22 av dystunum í landskappingini hjá EB/Streymi í ár.

 

Hóast fleiri feløg vóru eftir honum, so var tað bara eitt annað felag, ið tiltalaði umskúlaða miðvallaran.

 

-       Eg hugsaði bara um Skála og EB/Streym. Skála hevur eitt gott ungt lið, sum eg vænti fer at klára seg væl í ár. Men eg havi tað gott í EB/Streymi og samanhaldið er ótrúliga gott her, sigur Arnar Dam, sum heldur fram EB/Streymi.

 

EB/Streymur hevur fingið tilgongd av Pól Jóhannusi Justinussen til komandi ár, meðan Levi Hanssen hevur skift til HB. Tað ljóðar hinvegin, at Pætur Dam Jacobsen er ávegis Skála. Gunnar Zachariasen og Niels Pauli Danielsen hava longt sáttmálan í sundalagnum.